Hendan greinin kemur í stuttum at vísa hvussu gongdin hevur verið higartil í 2025 á nøkrum útvaldum partabrævakeypsskálum.
Vit fara ikki at viðgera einstøk feløg, men fara heldur at vísa, hvussu partabrævagongdin samanumtikið hevur verið á teimum ymisku partabrævamarknaðunum.
Serliga hyggja vit eftir norðurlendskum partabrævakeypsskálum, í Danmark, Norra, Svøríki umframt í Týsklandi og í USA.
Góður vøksur á alheims partabrævamarknaðum í 2025
MSCI World Index er eitt nógv brúkt partabræva vísital, sum fevnir um 23 partabrævakeypsskálar í heiminum, og sum inniheldur heili 85 prosent av stórum og miðalstórum børsnoteraðum feløgum runt um í heiminum.
Vøksturin í MSCI World Index higartil í 2025 (1 jan – 12 des) er +19,6%, mált í USD.
Viðmerkjast skal, at USD mótmegis DKK er fallin 10,7 prosent higartil í 2025, so reelli vøksturin í DKK er uml. 9 prosent, sum framvegis er ein skilagóður vøkstur í DKK.
MSCI World Index
![]()
Kelda: MSCI World Index
Danmark – OMX C25 partabræva vísitalið (bert hækkað +1,9% higartil í ár)
OMX C25 er eitt partabrævavístal við 25 teimum størstu og mest umsetiligu donsku partabrøvunum á Københavns Fondsbørs.
Millum partabrøvini á OMX C25 eru eitt nú stór og kend børsnoteraði feløg so sum: A.P.Møller – Mærsk, Carlsberg, Danske Bank, DSV, ISS, Novo Nordisk, Tryg, Vestas, osv.
Føroya Banka partabrævið er somuleiðis skrásett á danska OMX partabrævaskálanum, tó undir MidCap feløg, sum ikki eru millum tey størstu 25 mest umsetiligu feløgini.
Gongdin higartil í 2025 á OMX C25 vístalinum, frá ársbyrjan til 12/12-2025 vísir ein lítlan vøkstur á 1,9%, sum er víst í grafinum niðanfyri:
OMX C25 Index
Kelda: Jyske Bank
Árið hevur, eins og flest allir partabrævaskálar í Evropa, verið sera nógv merkt av tí umfatandi toll stríðnum hjá amerikonsku stjórnini í vár, har sera stórt fall sást í apríl, sum tó hevur rættað seg í stóran mun aftur.
Niðanfyri vísa vit øll 25 feløgini í OMX C25 vísitalinum higartil í 2025. Vit vísa harumframt eisini síðstu seks mánaðirnar og síðstu tríggjar mánaðirnar:
![]()
Higartil í 2025 er staðfest at danska OMX C25 vístalið hevur klarað seg minni væl og munandi verri enn bæði MSCI World Index og flest onnur partabrævavísitøl.
![]()
![]()
Kelda: Euroinvestor.dk
Føroya Banki partabrævið er á OMXC Mid Cap í Keypmannahavn.
Kursgongdin á Føroya Banka hevur verið sera góð higartil í 2025. Partabrævið er hækkað við heili 57,4% higartil í ár.
Føroya Banka partabrævið er tí fylgt gongdini hjá donskum og altjóða bankum, sum eru øktir nógv í virði í 2025.
Norra – OMX Oslo 20 GI vísitalið (hækkað +17,4% í 2025)
OMX Oslo20 GI er eitt partabrævavísital við 20 teimum størstu og mest umsetiligu partabrøvunum á Oslo Børs.
Millum partabrøvini á OMX Oslo 20 GI eru størstu børsnoteraði feløg í Norra, sum m.a. umfatað: Aker BP, DNB Bank, Equinor, Mowi, Salmar, Subsea 7, Telenor, Yara International, osv.
Føroyska felagið Bakkafrost er eisini skrásett á norska partabrævakeypsskálanum, men er ikki millum 20 tey størstu.
Gongdin higartil í 2025 á norska OMX 20 GI vístalinum til 12/12-2025 vísir eina samlaða framgongd upp á +17,4%, sum sæst á grafinum niðanfyri:
OMX Oslo 20 GI Index
Kelda: Jyske Bank
BAKKAFROST partabrævið
Bakkafrost er á norska partabrævaskálunum undir OSEBX vísitalinum.
Kursgondin á Bakkafrost-partabrøvinum hevur verið minni góð í 2025. Partabrøvið er fallið heili -24,9% higartil í 2025.
Tó skal viðmerkjast at partabrævið er vaksið í virðið við +4,8% síðstu tríggir mánaðirnar.
Bakkafrost partabrævið er ávirkað av tí lága laksaprísinum stóran part av 2025 og at rakstrarúrslitini í ár ikki hava liva upp til væntaninar hjá marknaðinum.
Spurningurin er um gongdin fer at venda í 2026.
![]()
![]()
Kelda: Euroinvestor.dk
Svøríki – OMX Stockholm 30 vístalið (hækkað +13,9% í 2025)
OMX Stockhold 30 er partabrævavísital við 30 teimum størstu og mest umsetiligu partabrøvunum á Stockholm børs.
Millum partabrøvini á OMX Stockholm 30 eru eitt nú stór altjóða feløg sum: ABB Ltd, AstraZeneca PLC, Atlas Copco AB B, Electrolux AB B, M & M Hennes & Mauritz AB B, Investor AB B, Nordea Bank Abp, Saab AB B, Volvo AB B, osv.
Gongdin higartil í 2025, tvs. frá ársbyrjan til 12/12-2025 vísir eina samlaða framgongd í vísitalinum á +13,9%, sum er víst í grafinum niðanfyri:
OMX Stockholm 30 index
Kelda: Jyske Bank
Týskland - NASDAQ Germany Large Mid Cap vístalið (hækkað +32,6% í 2025)
Týska partabrævavísitali umfatar 50 tær størstu týsku fyritøkurnar á Frankfurt Stock Exchange.
Millum partabrøvini á NASDAQ Germany eru eitt nú stór og kend altjóða feløg so sum:
Adidas, Allianz, BASF, BMW, Commerzbank, Deutsche Bank, Deutsche Telecom, Mercedes.Benz, Porche Automobil, Puma, SAP, Siemens, Volksvagen, osv.
Gongdin higartil í 2025, tvs. frá ársbyrjan til 12/12-2025 vísir eina samlaða framgongd í týska vístalinum á heili +32,6%, sum er víst í grafinum niðanfyri:
NASDAQ Germany Large Mid Cap index
![]()
Kelda: Jyske Bank
USA – NASDAQ 100 – vísitalið (hækkað við +22,3% í 2025)
Amerikanska partabrævavísitali NASDAQ 100 inniheldur 100 tær størstu fyritøkurnar í USA, tó undantikið fíggjarligar fyritøkur.
Millum partabrøvini á NASDAQ 100 er t.d.: Adobe, Airbnb, Alphabet (Google), Amazon, Apple, ASML Holding, Cisco Systemns, Coca-Cola, Costco, Intel, Meta Platforms (Facebook), Microsoft, Netflix, NVIDIA, Palantir Technologies, PayPal Holdings, Starbucks Corp, Tesla, osv.
Gongdin higartil í 2025, tvs. frá ársbyrjan til 12/12-2025 vísir eina samlaða framgongd í týska vísitalinum á +22,3%, sum er víst í grafinum niðanfyri:
NASDAQ 100-Index
Kelda: Jyske Bank
Samanumtikið
Alheims partabrævamarknaðirnir hava sum heild gingið væl í 2025. Í USA eru serliga AI, teknologi og fíggjar partabrøvini serliga økt nógv.
Í Evropa eru flest øll partabrævavísitøl økt rímiliga nógv í 2025.
Staðfestast má tó, at danska OMX20 vísitalið liggur á niðastu rók og hevur havt ein sera lítlan vøkstur higartil í 2025.
Spurningurin er tí, um OMX20 hevur eitt størri vakstrarpotentiali í 2026 enn í 2025.
Komandi greinar
Í næstu grein fara vit viðgera, hvørji lyklatøl vanliga verða brúkt tá avgerð skal takast um eitt partabræv skal keypast. Nær verður mett, at eitt partabræv er bíligt og nær er tað dýrt.
Síðani fara vit at velja eina sokallaða partabrævasamanseting, eina partabrævaportefølju upp á í minsta lagið 10 partabrøv ella fleiri, sum vit sum eitt dømi fara at fylgja frá januar 2026. Ætlanin er at vísa gongdina í hesum partabrøvum regluliga, eitt nú hvønn mánað í 2026.
--
Ábyrgdarfráskriving
Vit skulu boða frá at hvørki ráðgevararfelagið Nira, undiritaði ella Portal.fo kunnu ábyrdast á nakran hátt um lesarin velur at fylgja teimum íløgum, sum vit vilja vísa á í komandi greinum, og um gongdin eitt tíðarskiftið ikki verður nøktandi.
--
![]()
Birgir Nielsen
Búskaparfrøðingur
Ráðgevarafelagið Nira Sp/f
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald