placeholder
Mentan

Ummæli: Ein partur, sum fer at sita eftir í minninum

Næstseinasti partur av Game of Thrones fær trý P

2019-05-13 19:45 Author image
Rannvá Dam í Baianstovu
placeholder

Næstseinasti partur av Game of Thrones fór av bakkastokki í nátt, og um eina viku endar røðin. Eins og aðrir partar hesa sesongina, hevur hesin parturin havt stórar trupulleikar við søgugondini. Hetta gongur út yvir persónsmenningina, sum Game of Thrones hevur lagt dent á allar 8 sesongirnar. 

Gevið gætur! Um tú ikki vilt vita hvat hendur í fimta parti 8. sesong, steðga so við at lesa her.

Parturin er tvíbýttur. Hann byrjar við at vera politiskur og taktiskur. Varys leggur skumlar ætlarnir, sum tó ikki fáa tað positiva útfallið hann hevði væntað.

Seinna helvt er tað reina "mad queen" við kríggi. Fyri tey, sum hava fylgt við í miðlunum og hava lisið greinar um ymisku fjeppara teoriirnar um Game of Thrones, kemur tað  ikki sum eitt sjokk, at Dany verður ein óndur skálkur og drepur øll í King’s Landing. Hetta er helst hin flottasti bardagin higartil, sum Game of Thrones hevur havt at bjóða uppá.

Tað er aftur Miguel Sapochnik, sum hevur leikstjórnað. Teir partarnir hann hevur staðið fyri, eru blivnir nakrir av mest elskaðu og ikonisku pørtunum. Serliga er hann kendur fyri sínar bardagar. Hann stóð m.a fyri parti trý í hesari sesongini “The Long Night” umframt at hann hevur staðið fyri “The Battle of Bastards”.

Og tað er hetta, sum veruliga heldur partinum uppi og gevur honum potentiali til at vera besti partur í hesari sesongini. Men hóast hann er episkur, hevur hann sama trupulleika við søgugongd, sum Game of Thrones hevur havt alla hesa sesongina. Hann virkar forhastaður, og tað sýnist rætt og slætt, sum um at framleiðararnir eru komnir til at leypa nakrar partar um. Tað kennist sum, at tey noyddust at kroysta alt ov nógvar hendingar uppí, fyri at tað skuldi kunna hanga saman við seinasta partinum.

Her skal nógv henda uppá stutta tíð, og tað verður ein trupulleiki í mun til persónsmenningina. Vit náa ikki at síggja motivatiónina hjá persónunum. Tað er torført at kenna seg aftur í Dany og skilja, hví hon knappiliga er vorðin ein skilaleysur psykopatur. Hon hevur gjøgnum allar partarnar verið kend sum “the breaker of chains” og nú flýgur hon runt og brennir smábørn. 

Og tað er ikki bara Dany, sum ikki sýnist sannførandi. Hetta er ein grundleggjandi trupulleiki við meginpartinum av persónunum í hesum partinum. Hetta sýnist klossut og ikki í trá við, hvussu persónarnir eru.

Alt í alt er parturin øgiliga flottur við ótrúliga nógvum potentiali. Hetta er uttan iva ein partur, sum fer at sita eftir í minninum. Tað tó keðiligt, at so nógv av potentialinum fer orsakað av klossutu gongdini.

Game of Thrones, umfar 8, partur 5 (3/5)
HBO Nordic

[object Object]

 

Les undanfarnu ummæli av Game of Thrones:
Partur 4: Game of Thrones - hesaferð við Starbucksbikari
Partur 3: Missa nógv av teimum, vit eru farin at elska
Partur 2: - Helst bíligasti partur í hesari sesongini
Partur 1: - Game of Thrones leggur ikki hart út

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder