Innanlands

5 prosent fleiri gistingar hjá gistingarhúsunum 1. ársfjórðing

Tað vóru 21.478 skrásettar gistinætur í gistingarhúsum hetta tíðarskeiðið

Mynd: Hagstova Føroya

Mynd: Hagstova Føroya

2019-05-14 10:22 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tað vóru 21.478 skrásettar gistinætur í gistingarhúsum 1. ársfjórðing 2019. Tað eru 935 ella 4,6% fleiri enn sama tíðarskeið í 2018, skrivar Hagstova Føroya.

Í talvuni niðanfyri eru gistingar býttar eftir einstøkum londum, har ferðafólkini búgva. Umframt úr Danmark og Føroyum, ið eru langt ovast, koma tey úr nógvum ymiskum londum um okkara leiðir, serliga teim trimum norðurlondunum Noregi, Svøríki og Íslandi, men eisini Bretlandi, Týsklandi og Norðuramerika.

[object Object]

Størsti vøksturin í tali er hjá fólkið, búsitandi í Danmark, svarandi til ein vøkstur á 19%. Lutfalsliga var eisini sera stórur vøkstur úr Norðuramerika, Noregi, Íslandi, Finnlandi, Fraklandi og Spania. Merkisvert er eisini stóri vøksturin úr londum í Asia og Afrika. Hinvegin var stór minking úr Týsklandi, har gistingarnar minkaðu niður í helvt, og úr Bretlandi við einum fjórðingi.

Javnt flestar gistingar eru fólk úr Danmark og Føroyum
Flestu gistingarnar 1. ársfj. 2019, svarandi til 35%, vóru fólk, sum eru búsitandi í Danmark og tað sama var talið av føroyingum sjálvum, eisini 35%. Síðani vóru 14% fólk úr øðrum Norðurlondum, 10% fólk úr øðrum londum í Europa. So er eitt langt lop niður til teirra, ið koma úr londum uttan fyri Europa, t.e. Asia, Amerika, Kyrrahavslond og Afrika við tilsamans 6%.

[object Object]

Javnur vøkstur alt árið

Myndirnar niðanfyri vísa mánaðarliga mynstrið bæði í gistingum (t.v.s. tali av gistinætum) og í innskrivingum (t.v.s. tali av persónum, ið verða innskrivað til at gista). Her er tað ein javnur brattur vøkstur frá ársbyrjan til tað kemur í hæddina í juli, og síðani minkar líðandi aftur móti ársenda.

[object Object]

[object Object]

Myndirnar vísa eisini, at fyri hvørt ár síðani 2013, tá farið varð undir hesar skrásetingarnar, liggur mánaðarliga talið av gistingum sum heild oman fyri talið sama mánað árið frammanundan.

Viðmerkjast skal, at í hesi grein umrøða vit bert gistingar í gistingarhúsum, tí at skrásetingarnar í øðrum gistiháttum, so sum ból og biti, hús og íbúð og kamping, ikki eru nóg fullfíggjaðar og tí kunnu geva eina skeiklaða mynd av heildargongdini. Í hagtalsgrunninum eru tó allar skrásettu gistingarnar at finna, útgreinaðar á ymisku gistingarhættirnar.

Tað er eisini týdningarmikið at hava í huga, at hendan uppgerðin av gistingarhagtølum fevnir ikki um tann gistingarháttin, ið verður nevndur ‘airbnb’, tí Hagstovan hevur ikki atgongd til upplýsingar um gistingar av hesum slag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder