Mentan

Karl Weihe longu at síggja aftur

Paradise Hotel: Hann er við longu í fyrsta parti, og kemur inn á hotellið í øðrum parti. Í næstu viku fæst at vita, um hann sleppur at vera verandi

Maja Bebe og Karl Weihe koma inn í øðrum parti (Mynd: Viaplay)

Maja Bebe og Karl Weihe koma inn í øðrum parti (Mynd: Viaplay)

2026-01-02 00:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyrstu tríggir partarnir av nýggja umfarinum av Paradise Hotel gjørdist tøkir nýggjársdag.

Sum Viaplay kunngjørdi fyrst í desember, so eru tveir føroyskir luttarkarar við hesaferð, men tað var greitt, at tey bæði Karl Weihe úr Sandavági og Teresa Ovenberg úr Havn ikki vóru millum byrjanarluttakararnar, men fóru at koma inn so líðandi.

Men Karl Weihe er longu at síggja í endanum av fyrsta parti, og kemur inn á hotellið í øðrum parti. Hann og hin royndi luttakarin, sum hann kemur inn saman við, Maja Bebe, hava eina bundna uppgávu at skaffa sær ein partnara. Klára tey ikki tað, rúka tey bæði út.

Í endanum av triðja parti er parceremoni, men endan fáa vit ikki við og tískil mugu vit bíða eftir avgerðini til næsti partur kemur týsdagin.

Ein annar Karl í ár
Tað er ein annar Karl Weihe, sum vit síggja í Paradise Hotel hesaferð. Hann er givin at drekka

- Eg havi rættað allar mínar feilir frá seinastu ferð. Eg eri steðgaður at drekka. Nú verði eg edrúur alt uppihaldið og fult fokus móti gullium. Stegðið bara við at hyggja, tit vita at eg vinni, sigur hann í sendingini.

Hetta er fjórðu ferð, at hann er í Mexico og luttekur. Fyrstu ferð var í norsku útgávuni, har hann kom inn rættiliga seint, men seinastu tvey umførini av donsku útgávuni hevur hann gjørt nógv um seg. Tó uttan at vita. Nakað sum hann ætlar at gera betri hesaferð.

Teresa Ovenberg hevur hinvegin ikki luttikið í Paradise Hotel, men er kend sum luttakari í øðrum realityrøðum.

Paradise Hotel sæst á Viaplay.

[object Object]Teresa Ovenberg tjekkar inn á hotellið seinni (Mynd: Viaplay)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder