Uttanlands

USA lopið á Venesuela

Forsetin, Nicolas Maduro er saman við konuni tikin til fanga og flogin úr landinum, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump

Forsetin í Venesuela, Nicolas Maduro er tikin til fanga og flogin úr landinum, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

Forsetin í Venesuela, Nicolas Maduro er tikin til fanga og flogin úr landinum, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

2026-01-03 09:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

USA hevur í nátt framt fleiri álop á Venesuela, vátta bæði stjórnin í Venesuela og eitt ónevnt amerikanskt embætisfólk.

Álopini hava rakt høvuðsstaðin, Caracas, umframt statirnir La Guaira, Miranda og Aragua.

Forsetin í landinum, Nicolas Maduro hevur lýst undantaksstøðu í landinum, skrivar Ritzau.

Endamálið við amerikonsku álopunum er, sambært stjórnini í Venesuela, at fáa atgongd til olju og annað náttúrutilfeingi.

Seinastu mánaðirnar hevur USA lopið á fleiri skip og bátar í Kyrrahavi og Karibiska havinum við tí grundgeving, at skipini hava smuglað rúsevnir - m.a. úr Venesuela til USA.

Maduro hevur tó lagt USA undir at royna at fáa eitt stjórnarskifti í landinum fyri at fáa atgongd til oljuna í landinum.

Amerikanski forsetin, Donald Trump hevur fleiri ferðir ávarað um, at ein landinnrás í Venesuela kundi vera ein møguleiki, samstundis sum hann hevur sett fleiri revsitiltøk í verk móti landinum.

Trump sigur, at Maduro og kona hansara eru "tikin til fanga og flogin úr landinum". Samstundis váttar hann, at USA hevur framt stór álop á Venesuela.

Tíðindafundur um støðuna verður klokkan 11 lokala tíð - klokkan 16 føroyska tíð - á bústaðnum hjá Trump í Florida, Mar-a-Lago.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder