placeholder
Innanlands

12 nummarplátur kliptar í nátt

Løgreglan hevur verið á ferð í norðurøkinum í nátt

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-05-15 12:22 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tað er komið 12 bileigarum dátt við, at teir ikki hava havt sítt í rættlag, tí at nú standa bilarnir uttan nummarplátu.

Løgreglan var í nátt í norðurøkinum og klipti nummarplátur, og tilsamans mistu 12 bilar pláturnar.

Pláturnar verða kliptar tá bileigarar ikki hava sítt í rættlag við sýni, trygging ella veggjaldi. Løgreglan verður tá biðin um at fara út og klippa pláturnar, so at bilarnir ikki hava loyvi at koyra.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder