Uttanlands

30 kilo tunga Kay Bojesen apan er aftur á listasavninum í Trapholt

Kay Bojesen apan varð stolin í vetur frá listasavninum í Kolding

Mynd: Trapholt

Mynd: Trapholt

2019-05-15 18:02 Author image
Ari av Rana

30 kilo tunga Kay Bojesen apan, sum varð stolin úr Trapholt-listasavninum í Kolding náttina til 10. desember 2018, er nú aftur á listasavninum.

Ein 24 ára gamal maður varð handtikin fyri at hava stolið apuna og varð í januar skuldsettur í málinum.

Stjórin á listasavninum, Karen Grøn, sigur, at Kay Bojesen apan er gjørd í verkstaðnum hjá sjálvum Kay Bojesen, og at hon tí er heilt serlig.

Mett verður at apan hevur eitt virði á 100.000 kr.

placeholder
placeholder