Uttanlands

Facebook fer at herða reglarnar fyri Facebook Live

Orsøkin er álopini í Christchurch í Ný Sælandi, har 51 fólk lótu lív

2019-05-15 16:04 Author image
Ari av Rana

Facebook fer at herða reglarnar fyri funksjónina Facebook Live, har ein kann senda beinleiðis umvegis appina.

Orsøkin til Facebook fer at herða reglarnar er álopini í nýsælendska nýnum Christchurch tann 15. Mars. Maðurin, sum framdi álopið, sum kravdi 51 mannalív, vísti beinleiðis frá álopinum við Facebook Live funksjónini.

Facebook ætlar nú at gera sítt til at teirra app ikki verður brúkt til at skaða fólk og til at spreiða hatur. Hetta verður millum annað gjørt við at ein verður noktaður at brúka Facebook Live, um ein ikki yvirheldur reglarnar.

- Til dømis fer ein persónur, sum deilir eina leinkju til eina útsøgn frá einum yvirgangsbólki uttan samanhang, verða noktaður at brúka Live í eina tíð, sigur Guy Rosen, varaforseti í Facebook.

placeholder
placeholder