Uttanlands

- Vit standa saman og velja kongaríkið frammum USA

Jens-Frederik Nielsen staðfesti á tíðindafundi, at Grønland ikki er til sølu, og at man velur Danmark, um man skal velja. - Vit vilja ikki fara undir USA

2026-01-13 14:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á tíðindafundinum hjá Jens-Frederik Nielsen, grønlendska landsstýrisformanninum, og Mette Frderiksen, forsætisráðfrú í Danmark, løgdu grønlendingar seg longur undir danir. Og londini tyktust at tosa við einari rødd.

Í øllum førum staðfesti Jens-Frederik Nielsen, at um grønlendingar skulu velja nú, so er tað kongaríkið Danmark - landið skal ikki undir ræði hjá USA

- Eitt skulu øll skilja: Vit ynskja ikki, at USA eigur og stýrir Grønlandi. Vit ynskja ikki, at hoyra undir USA. Vit velja tað Grønland, sum vit kenna í dag og sum er partur av kongaríkinum Danmark.

Ovasti politiski leiðarin í Grønlandi segði víðari, at í hesari "geopolitisku kreppuni", so vil man heldur Danmark, EU og NATO frammum USA, ið hevur víst stóran áhuga seinastu tíðina.

- Nú er ikki tíðin til innanhýsi stríð. Nú skulu vit standa saman, vóru boðini í Keypmannahavn í dag.

[object Object]
Ovastu leiðararnir í ríkisfelagsskapinum í Føroyum- tey hittast aftur í Keypmannahavn í morgin (Mynd: Sverri Egholm)

Jens-Frederik Nielsen, formaður í flokkinum Demokraatit og Mette Frederiksen tosaðu bæði um, at Grønland ikki er til sølu.

Staðfest var eisini, at umboð fyri bæði londini verða við til allar avgerandi fundirnar við USA - har tosast skal við einari rødd.

Fremstu uttanríkisumboð landsins, Vivian Motzfeldt og Lars Løkke Rasmussen, skulu í morgin á fund við J.D. Vance (varaforseta í USA) og Marco Rubio (uttanríkisráðharra). Hetta verður í Washington - samstundis er ríkisfundur í Keypmannahavn, har Aksel V. Johannesen luttekur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder