Innanlands

Heðin Mortensen: Trupulleikarnir í tunlunum norður um fjall skulu bara ornast

Heðin Mortensen heldur tað vera pesimistiskt, tá deildarleiðari hjá Landsverk sigur, at tunlarnir ikki kunnu gerast orsaka av væntandi játtan

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2019-05-15 19:34 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

- Tað skal bara gerast og tað verða eini boð frá landsstýrismanninum. 

So avgjørdur er Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, nú trupulleikar aftur eru í tunlunum norður um fjall. Tvær ferðir seinastu vikurnar, hevur Portalurin skrivað um trupulleikar í tunlunum. Eitt nú dettur grót úr loftinum, tí tunlarnir ikki verða viðlíkahildnir. 

Men Landsverk manglar játtan fyri at kunna viðlíkahalda tunlar og brýr í Føroyum. Tað staðfesti Argmarð Steinhólm, leiðari á deildini fyri infrakervi í Landsverk, fyri Portalinum í gjár. 

Les eisini: Landsverk manglar játtan til viðlíkahald  

- Verður støðið tikið í játtanini í ár, kunnu vit koma runt upp á umleið 30 ár, um játtanin bert verður brúkt til tunlar, segði hon við Portalin. Hesum tekur landsstýrismaðurin ikki undir við. 

- Eg haldi tað vera nakað pessimistiskt. Landsverk eigur at leggja dent á teir tunlar, sum serligur tørvur er á at gera okkurt við. Har má skrótast í tunlunum norður um fjall, sigur Heðin Mortensen. Og tað er hetta, hann ætlar at geva beinleiðis boð um at gera. 

Les eisini: Onki verður gjørt, fyrr enn fólk eru deyð  

- Um játtanin ikki heldur, mugu pengarnir finnast. Antin innanfyri játtanina hjá Landsverk ella uttanfyri, sigur Heðin Mortensen, sum als ikki heldur støðuna í tunlunum vera nøktandi. 

Skilur stúranina hjá norðoyingum 
Í sambandi við trupulleikar í tunlunum norður um fjall, hevur Portalurin seinastu tíðina verið í samband við fólk, sum búgva í Árnafirði og í Norðdepli. 

Atli S. Justinussen segði eitt nú við Portalin í gjár, at fólk trúðu ikki uppá, at nakað varð gjørt við trupulleikarnar, líkamikið hvør flokkur varð valdur til valdið eftir valið. 

- Vit hava vánaligar vónir, og tað er líka mikið hvør flokkur kemur til valdið. Allir flokkarnir hava havt valdið seinastu árini, og um nakar vilji var at betra um støðuna, var tað langt síðani hent, segði Atli S. Justinussen, sum sjálvur er býráðslimur í Klaksvíkar kommunu fyri Fólkaflokkin. Hann var somikið bersøgin, at hann segði, at tað ikki fór at henda nakað, fyrr enn ein vanlukka var hend. 

- Tað tykist sum onki verður gjørt, fyrr enn fólk eru deyð, staðfesti hann. Og landsstýrismaðurin skilur væl, at fólk í økinum hava mist tolið við politkkarunum. 

- Eg skilji tey væl. Eg sá eisini, at Jákup Mikkelsen skrivaði, at tað vóru 10 ár síðani, at verklagslóg fyri tunlarnir norður um fjall varð samtykt. Men ongir pengar hava fylgt við, sigur Heðin Mortensen, sum lovar at tunnil verður gjørdur, um hann enn situr við valdið eftir valið. 

Les eisini: Grót úr loftinum steðgar ferðsluni  

- Nú eru pengar samtyktir til endamálið í einari langtíðarætlan. Tunlarnir norður um fjall verða gjørdir beint eftir Hvalbiartunnilin, sigur Heðin Mortensen, sum lovar at okkurt má gerast við støðuna í tunlunum beint nú eisini, at enda. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder