Uttanlands

Iran: Yvir 2.500 deyð

Tey flestu, sum eru deyð í sambandi við mótmælini móti prestastýrinum, sum byrjaðu 28. desember, eru mótmælisfólk

Tað er ikki bara í Iran, at fólk savnast at mótmæla prestastýrið í Iran í hesum døgum. Her síggjast mótmælisfólk uttanfyri bretska tjóðartingið í London (Mynd: EPA)

Tað er ikki bara í Iran, at fólk savnast at mótmæla prestastýrið í Iran í hesum døgum. Her síggjast mótmælisfólk uttanfyri bretska tjóðartingið í London (Mynd: EPA)

2026-01-14 10:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í minsta lagi 2.571 fólk hava latið lív í sambandi við mótmælunum í Iran seinastu vikurnar, sigur iranska mannarættindafelagsskapurin HRANA, sum hevur høvuðssæti í USA sambært Ritzau.

Týsdagin upplýsti felagsskapurin annars, at hann hevði váttað 2.003 andlát, og at meginparturin av teimum deyðu eru mótmælisfólk.

Ein iranskur embætismaður upplýsti eisini týsdagin, at talið á deyðum var umleið 2.000, og tað var fyrstu ferð, at ein persónur frá iransku myndugleikunum viðurkendi fráboðanirnar um høg deyðstøl undir mótmælunum.

Mótmælini byrjaðu 28. desember og snúðu seg í byrjanini um ónøgd við sera høgu inflasjónina. Seinni hava mótmælini snúð seg um atfinningar móti prestastýrinum sum heild.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder