Uttanlands

Karmur gjørdur fyri avtalu um Grønland - Trump droppar tollin

Tað sigur amerikanski forsetin í dagføring á Truth Social, eftir at hann hevur fundast við Nato-aðalskrivaran, Mark Rutte

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

2026-01-21 20:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein karmur er gjørdur fyri eina framtíðaravtalu um Grønland og Arktis, og tí droppar USA tollin, sum skuldi leggjast á fleiri lond frá 1. februar, boðar amerikanski forsetin, Donald Trump frá í dagføring á sínum egna sosiala miðli, Truth Social.

Trump skrivar, at hann hevur havt ein sera úrøkumiklan fund við Nato-aðalskrivaran, Mark Rutte, har karmurin fyri eina avtalu varð gjørdur.

Eydnast hetta, fer tað at gagna USA og øllum Nato-londum, skrivar amerikanski forsetin.

Hvat avtalan um Grønland snýr seg um, er ógreitt, skrivar Ritzau.

Amerikanski forsetin hótti í farnu viku við at leggja revsitoll á lond, sum ikki tóku undir við ætlanum hansara um Grønland. Seinni boðaði hann frá, at hann fór at leggja tíggju prosent í toll á vørur úr Danmark, Noregi, Svøríki, Fraklandi, Týsklandi, Stórabretlandi, Niðurlondum og Finnlandi, eftir at hesi londini sendu herfólk til Grønlands.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder