Innanlands

Lønir kunnu verða seinkaðar vegna kaðalbrek

Felagið Peningastovnar boðar frá, at trupulleikarnir hjá NET í dag hava við sær ymiskar trupulleikar fyri føroysku peningastovnarnar

2019-05-16 15:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kaðalbrekið hjá NET í Tórshavn ávirkar tænasturnar hjá føroysku peningastovnunum í dag. Sjálvtøkur eru óvirknar, og í summum førum eru trupulleikar við at keypa við gjaldskorti á netinum og í handlum. Av tí at brekið framvegis ikki er rættað, er vandi fyri, at lønarflytingar eisini kunnu verða seinkaðar. NET arbeiðir við at rætta brekið, og peningastovnarnir kunna síni viðskiftafólk á heimasíðunum, tá ið skipanirnar rigga aftur sum vant.

- Felagið Peningastovnar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder