Svenska stjórnin hevur í dag lagt fram eitt nógv umrøtt lógaruppskot fram um at lækka aldurin fyri revsiábyrgd fyri ávís álvarslig brotsverk niður til 13 ár.
Lækkingin av revsiábyrgdaraldrinum úr 15 til 13 ár er tíðaravmarkað í fimm ár og kemur í gildi í juli.
Orsøkin til lógaruppskotið er, alt alt fleiri børn verða brútk av brotsmannalið í størri og størri mun brúka børn til at fremja morð og bumbuspreingingar.
- Okkara stóra uppgáva er at forða brotsmannaliðum at brúka børn og ung í sínum kriminella virksemi, segði Gunnar Strömmer, løgmálaráðharri, tá uppskotið varð lagt fram.
Sambært hagtølunum hjá svenska ákæruvaldinum, vóru próvførslur um álvarslig brotsverk reist móti 88 børnum í gjør. Árið fyri vóru tað 38 og ári fyri tað, bert sjey.
Próvførslurnar vórðu reistar á serligum rættarfundum, har spurningur er um illgruna í álvarsligum brotsverkum, tá gerningsmaðurin er undir 15 ár, og tí ikki kann dømast revsing.
Av teimum 88 próvførslunum í 2025 snúðu tey 64 málini seg um illgruna fyri at hava verið við til morð.
Meðan lógaruppskotið hevur verið til hoyring hevur tað møtt harðari mótstøðu frá eitt nú svensku rættarskipanini, svenska advokatfelagnum, Save the Children og svensku deildini hjá ST-barnastovninum, Unicef, skrivar finska kringvarpið, Yle.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald