Mentan

Jazzkonsert við norskum-føroyskum trímannabólki

Sum partur av Vetrarjazzi 2026 spælir Tore Brunborg Trio í Norðurlandahúsinum seinnapartin fríggjadagin

2026-01-27 12:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Saksofonleikarin, Tore Brunborg, hevur síðani 1980-ini havt týðandi leiklut á norska jazzpallinum. Hendan seinnapart spælir hann saman við trummuleikaranum, Veslemøy Narvesen, og føroyska Bárði Reinert Poulsen á bassi, sum hevur nomið sær útbúgving í Noregi og er virkin í norska jazz- og poppumhvørvinum.

Trímannabólkurin spælir tónleik, sum Brunborg hevur útsett og sum er ein serstakur blandingum av fínum rútmum og ljómum við miklum mynstri og tónum, sum flyta tónleikin fram.

Samanspælið millum saksofonina hjá Brunborg, leikandi trummuspælið hjá Narvesen og lætta og máttmikla bassin hjá Reinert Poulsen flytur tónleikin í ymsar ættir – frá tí sniðfundiga og stilla til tað orkumikla og ógvusliga.

Bárður og Veslemøy hava áður gjørt vart við seg í bólkum sum m.a. Espen Berg Trio, Flukten, Kongle Trio, Mall Girl og Wako.

Eftir tvær konsertferðir á heysti 2024 fór trímannabólkurin í Studio Paradiso í Oslo at spæla inn útgávuna, sum kemur út til várs.

Konsertin er partur av Vetrarjazzi 2026. Keyp atgongumerki á nlh.fo

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder