Tað er dýrt at liva og hugna sær annars í Oslo í eina viku. Hetta kunnu nógvir føroyingar ásanna eftir EM-endaspælið í norska høvuðsstaðnum.
Kringvarpið hevur gjørt eina meting sum sigur 22 milliónir krónur. Tað skal vera umleið upphæddin, sum føroyingar hava brúkt í lummapeningi.
Metingin kemur frá tølum hjá Føroya Banka, sum hevur hugt efir hvussu nógv føroysk kort vórðu brúkt frá 15. januar til 23. januar. Gott og væl 1.900 viðskiftafólk hjá bankanum vóru í Noregi hesar dagarnar, og tey brúkut kortini 40.000 ferðir. Samlaða upphædin var 9,3 milliónir krónur. Miðalnýtslan er umleið 5000 krónur fyri hvørt viðskiftafólk.
Í Berlin í 2024 brúktu kundarnir hjá Føroya Banka kortið 20.000 ferðir, og tá var samlaða nýtslan umleið fimm milliónir krónur. Altso væl lægri enn í Oslo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald