Innanlands

Smyril avlýsir túrar mikudagin

Fyri veður boðar Strandferðslan frá, at Suðuroyarsiglingin verður nakað broytt

(Savnsmynd: Bjartur Vest)

(Savnsmynd: Bjartur Vest)

2026-01-27 21:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fyri veður siglir Smyril bara tveir túrar í morgin mikudagin. Siglt verður av Krambatanga klokkan 11:30 og av Havnini klokkan 21:15.

Túrarnir av Krambatanga kl. 06 og 18:45 og av Havnini kl. 08:45 og kl. 16 verða ikki sigldir.

Sagt verður frá fitt av vindi av eystri í morgin. Millum 10 og 15 metrar um sekundið, sambært Veðurstovuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder