Mentan

‘Løtan av gulli’

Fríggjakvøldið og leygarkvøldið 6. og 7.februar er ‘løtan’, tá Kim Hansen, ‘meistarin’ innan tónleik trínur á pall í Norðurlandahúsinum við bólki og Føroya Symfoniorkestri

2026-01-28 17:13 Author image
Innsent
placeholder

Fríggjakvøldið og leygarkvøldið 6. og 7.februar er ‘Løtan’, tá Kim Hansen, ‘Meistarin’ innan tónleik trínur á pall við bólki og Føroya Symfoniorkestri. ‘Maria’, ‘Drongur’ og ‘Fagri flokkur fara ‘Upp á gólv’ til ein ‘Kontri og western sang’. Vit gleða okkum til ‘Tíð, ið koma skal’.

‘Góða’, náttin er ‘Ísakøld’, men ‘Kenslur mínar brenna’ og ljósið í stóra sali spælir eins og ‘Lognbrá’.

Stórslignu konsertirnar við Kim Hansen, bólki, solistum og Føroya Symfoniorkestri verða í stóra sali í Norðurlandahúsinum.

- Konsertin verður av vakrastu og mest rørandi konsertunum, sum kunnu upplivast í Føroyum í ár. Eftir at hava hoyrt útsetingarnar, so vænti eg eina konsert, sum fer beint í hjartað og setir djúp spor eftir seg, sigur Hans Petur í Brekkunum, orkesturstjóri. 

Kim Hansen

Kim er klaverleikari á hægsta stigi, hann er framúr góður sangari, framleiðari, lagskrivari og tónleikin kenna vit øll. Kim hevur 10 tónleikarar við sær á pall. Lena Andersen, M.C. Restorff og Jens Marni Hansen eru gestasolistar. Ímyndið tykkum Kim við bólki og gestum, eitt Steinway flygil og Føroya Symfoniorkestur - tað verður neyvan vakrari.

Magnus Johannesen hevur útsett tónleikin hjá Kim fyri symfoniorkestur. Eftir sera væleydnað samstarv við Týr, Marius Ziska og Stongum, Guttesen & Ravnsfjall, so er Kim Hansen næst í konsertrøðini, tá Føroya Symfoniorkestur samstarvar tvørturum tónleikagreinar.

[object Object]Føroya Symfoniorkestur (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Nýggi dirigenturin hjá Føroya Symfoniorkestri, Catherine Larsen-Maguire, stjórnar konsertirnar við Kim.   

Hóast konsertin er ein standikonsert, verða stólar eisini settir upp afturi í Klingruni. Sostatt ber til at bíleggja sitipláss við at seta seg í samband við Norðurlandahúsið.  

Konsertin leygarkvøldið 7.februar er útseld, men enn eru nøkur atgongumerki eftir til konsertina fríggjakvøldið 6.februar. Nú er at gleða seg til enn eitt brak av eini tvørtónleikaligari konsert við tónleikalandsliðnum – Føroya Symfoniorkestri. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder