Uttanlands

Springsteen gjørt sang um Minneapolis-drápini

Skrivaði mótmælissangin í hesi vikuni, og spældi hann inn dagin eftir

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2026-01-29 07:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanski rokksangarin, Bruce Springsteen, hevur skrivað og givið út sangin “Streets of Minneapolis”, sum finst at Trump forsetanum, markaløgregluni og tilflytingarmyndugleikanum ICE.

76 ára gamli sangarin, sum leingi alment hevur víst á sína ónøgd yvir Donald Trump, sigur at sangurin er skrivaður til minnis um Alex Pretti og Renée Good, ið vórðu dripin av ICE-løgregluni.

Nýggi sangurin gevur eina mynd av ófriðinum í Minneapolis orsakað av tí, sum Springsteen rópar, “privata herinum hjá Trump kongi”, skrivar hann á Facebook. Hann skrivar eisini, at sangurin var skrivaður og innspældur upp á tveir dagar í hesi vikuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder