Nevndin í Mentanargrunni Landsins hevur gjørt av at lata starvsløn og íverksetanarstuðul til listaligt og mentanarligt arbeiði fyri 2026. Støðið á umsóknum til starvsløn og íverksetanarstuðul var sera høgt til hetta stuðulsumfarið og grunnurin fekk nógvar dygdargóðar umsóknir, skrivar Mentanargrunnurin í tíðindaskrivi.
Onki verður upplýst um, hvat tær ymisku starvslønirnar verða latnar fyri.
Starvsløn varð latin
- Barbaru í Gongini, listafólki í 12 mánaðir
- Annu Katrin Ø. Egilstrøð, tónaskaldi í 6 mánaðir
- Kim Simonsen, rithøvundi í 6 mánaðir
Harumframt fingu 58 umsøkjarar starvsløn í ávikavist 1, 2, 3, og 4 mánaðir.
4 mánaðir: Ingun Christensen
3 mánaðir: Doru á Torvlaðnum, Vár Samuelsen, Lena Nicolajsen, Guðrið Poulsen, Trygvi Danielsen, Alda Mohr Eyðunardóttir, Marianna Hoydal
2 mánaðir: Edvard Olsen, Kári Sverrisson, Jóhanna Maria (Ria) Tórgarð, Jógvan Joensen, Greta Svabo Bech, Beinir Bergsson, Tróndur Bogason Hansen, Jákup Sørensen
1 mánað: Maria á Lakjuni Djurhuus, Rannvá Guðrunardóttir Niclasen, Súni Joensen, Vár Bech Árting, John Dam, Kristina Sørensen Ougaard, Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð, Dan Helgi Helgason í Gong, Birita Adela Davidsen, Dorit Hansen, Oddfríður Marni Rasmussen, Marita S. Dalsgaard, Karin Kass, Ole Wich, Búi Rouch, Beinir Troest Rasmussen, Anna Iachino, Kjartan Hansen, Silja Aldudóttir, Anna Kristin Bæk, Lasse Thorning Jæger, Eyðfinn Bogason Lamhauge, Arnold Ludvig, Rigmor Dam, Jasmin Mote, Páll Nolsøe, Gunnvá Zachariasen, Súsanna Tórgarð, Janus Rasmussen, Jens L. Thomsen, Helena Heinesen Rebensdorff, Heðin Ziska Davidsen, Jón Aldará, Dagfinn Olsen, Maria Olsen, Anný Djurhuus Øssursdóttir, Ári Berghamar Danielsen, Andreas Tykjær Restorff, Borgfríð Fonsdal Johannesen, Jan Rúni Poulsen, Aksel Dánjalsson Remmel, Bergur Fonsdal Johannesen
Grunnurin fekk í alt 97 umsóknir, og søkt varð um starvsløn fyri slakar 25 milliónir krónur. Av hesum vóru 61 umsóknir játtaðar. Latnar vóru 107 mánaðarlønir fyri tilsamans 4,5 milliónir krónur.
Starvsløn verður latin umsøkjara sum eftir nevndarinnar meting er av listaligum ella fakligum dygdareyðkennum. Starvslønin svarar til læraraløn á fólkaskúlans lønarstigi 21, stig 1, umframt 15 prosent í eftirløn.
Uni Debess, ein teirra, ið vær íverksetanarstuðul (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)
Íverksetanarstuðul
Íverksetanarstuðul varð latin
- Hans Haldór Poulsen (tónleikur)
- Maibritt Marjunardóttir (listhandverk)
- Una Debess (tónleikur)
- Theodor Kapnas (tónleikur)
Endamálið við íverksetanarstuðuli er at stuðla einstaka skapandi yrkislistafólkinum, serliga ungum listafólki. Íverksetanarstuðulin skal lætta um hjá evnaríkum listafólkum at koma víðari við teirra skapandi listaarbeiði. Stuðulin verður latin verkætlan, ið nevndin metir hevur listalig dygdareyðkenni.
Íverksetanarstuðulin er 75.000 krónur árliga.
Umsøkjarar til íverksetanarstuðul vóru 19 í tali, og nevndin gjørdi av at lata fýra umsøkjarum íverksetanarstuðul fyri tilsamans 300.000 krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald