(Video: Viaplay)
Paradise Hotel fær ein nýggjan gest í dag. Sum Viaplay áður hevur kunngjørt, luttekur Teresa Ovenberg úr Havn við í Paradise Hotel í ár, og nú er tíðin komin til, at hon tjekkar inn.
(Mynd: Viaplay)
Teresa Ovenberg er 26 ára gomul og hevur áður luttikið í donskum reality. Hetta er kortini fyrstu ferð, at hon luttekur í Paradise Hotel.
Hon legst afturat javngamla sjarmørinum úr Sandavági, Karl Weihe, sum eftir hondini er royndur harri í vinnuni. Karl Weihe luttekur á fjórða sinni í Paradise Hotel. Fyrstu ferð var í norsku útgávuni av realityrøðini.
Paradise Hotel, sum sæst á Viaplay, er nú í fimtu viku og higartil eru fimtan partar komnir út.
Sí videobrot við Teresu Ovenberg ovast.
--
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald