Mentan

Eivør og Tú alfagra land mítt í Paradise Hotel

Føroyskt og føroyingar seta dám á Paradise Hotel í hesum døgum. Teresa og Karl eru nýtt par á gistingarhúsinum í Meksiko

Teresa Ovenberg gevur Karli Weihe ein koss, sum merkir at tey eru nýtt par (Mynd: Viaplay)

Teresa Ovenberg gevur Karli Weihe ein koss, sum merkir at tey eru nýtt par (Mynd: Viaplay)

2026-01-29 21:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Hetta er tað sum allar Føroyar hava bíðað eftir.

Tað eru tey bæði Teresa Ovenberg og Karl Weihe samd um í nýggjasta partinum av Paradise Hotel, sum gjørdist tøkur í dag.

Teresa Ovenberg tjekkaði inn á hotellið um dagin fekk møguleikan at binda seg til Karl Weihe. Hesum tók hon av, og tað merkir, at eingin teirra er í vanda fyribils. Hinvegin er fasti partnarin hjá Karli, Nikoline, í vanda, og má leita sær hjálp frá onkrum øðrum.

- Teresa skal bara flúgva yvir til sín føroying, og so skulu vit bara standa saman sum eitt flott føroyskt par, sigur Karl Weihe undir parceremoniini meðan Trøllabundin hjá Eivør koyrir aftanfyri.

- Eg eri stoltur. Eg veit, at tað eru nógvir føroyingar sum fylgja við nú, og tey vera glað fyri at síggja hetta her, tí tað hendir ikki so nógv í Føroyum, sigur Karl Weihe, og nú er tað tjóðsangurin, sum er at hoyra aftanfyri.

- Stórur dagur siga tey bæði, og Karl leggur afturat, at hann er stoltur av bæði Teresu og sær sjálvum.

[object Object](Mynd: Viaplay)

Hvør rýkur úr hesaferð, bleiv ikki greitt í hesum partinum. Tann spenningurin letur bíða eftir sær til týsdagin, tá næsti partur kemur út.

Karl Weihe og Teresa Ovenberg eru javngomul, men kennast ikki frammanundan. Karl Weihe dylir hinvegin ikki fyri, at hann væl veit hvør Teresa er.

- Sjálvandi havi eg hoyrt nógv um Teresu. Og so hon eisini ein vøkur dama. Hon hevur altíð verið væl umtókt í Føroyum, og eg veit væl hvør Teresa er, staðfestir sandavágsmaðurin grínandi.

Paradise Hotel sæst á Viaplay. Tríggir partar koma út um vikuna frá týsdegi til hósdag.

--

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Video: Viaplay

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder