Innanlands

Eldurin á Tvøroyri sløktur: Húsini illa farin

Sløkkiliðið í Vági varð eisini boðsent at hjálpa í sløkkiarbeiðinum, sum varð liðugt gott hálvgum átta. Eingin fólkaskaði stóðst av eldinum

Mynd frá fyrr í kvøld

Mynd frá fyrr í kvøld

2026-01-29 21:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eldur kyknaði fyrr í kvøld í einum sethúsum á Tvøroyri nakað uttanfyri gamla fótbóltsvøllin á Sevmýri.

Fráboðanin um eldin kom klokkan 17:48 og klokkan 19:35 var eldurin sløktur, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Sløkkiliðið í Vági var eisini boðsent at hjálpa til at sløkkja. Eldurin var stórur og tað var ein øgiligur hiti. Fitt av vindi var eisini, og tí var vandi fyri, at eldurin spjaddi seg til grannahús.

Eitt fólk var í húsinum, men varð fingið út í øllum góðum. Løgreglan upplýsir, at fólkið bleiv flutt á sjúkrahús til vanligar kanningar.

Húsini eru sera illa farin. Fyrstu ábendingarnar eru, at eldurin er kyknaður í køkinum á ovaru hæddini, men hetta mugu nærri kanningar og avhoyringar vísa, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder