Uttanlands

Iran lovar mótatsóknir um USA leypir á

Iranskur generalur vísir á, at teirra rakettir lættliga kunnu raka amerikanskar flogberar og herstøð. Trump vónar at iranar setast við samráðingarborðið

Risa stór antiamerikansk plakat á einum húsaskjøldri í Teheran (Mynd: EPA)

Risa stór antiamerikansk plakat á einum húsaskjøldri í Teheran (Mynd: EPA)

2026-01-30 07:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Iran fer at koma við einum skjótum hernaðarligum aftursvari, um landið verður álopið av USA.

Tað sigur ein talsmaður fyri iranska herin sambært AFP tíðindastovuni.

Við iranska tjóðarsjónvarpið leggur iranski generalurin, Mohammad Akraminia, sambært AFP, afturat, at Iran fer at leypa á amerikanskar flogberar og herstøðir í økinum, um amerikanski forsetin gevur boð um at leypa á.

- Um amerikanarar gera eitt slíkt mistak, fer tað avgjørt ikki at ganga so, sum Trump ímyndar sær – at tað verður ein skjót atsókn, so at hann tveir tímar seinni kann skriva á sosialu miðlarnar, at atsóknin er framd og liðug, sigur Mohammad Akraminia.

Flogberarnir og herstøðirnar eru sambært generalinum sárbærar, og tær kunnu lættliga røkkast av iranskum rakettum.

Donald Trump hótti mikudagin Iran við álopi, um ikki iranska stýrið kom aftur til samráðingarborðið viðvíkjandi eini kjarnorkuavtalu. Samstundis ávaraði Trump Iran um, at freistin var við at vera úti.

Amerikanski forsetin hevur fyrr hótt við at leypa á Iran í sambandi við mótmælistiltøkini sum hava verið í landinum síðani síðst í desember. Sambært mannarættindafelagsskapin HRANA, hava minst 3.000 mótmælisfólk og 300 herfólk latið lív.

Í nátt okkara tíð segði Trump, at hann væntar at farast kann undir samrøður við stýrið í Iran fyri at slepp aundir einum álopi.

- Vit hava fleiri stór og ógvuliga sterk skip á veg til Iran júst nú, og tað vildi verið fantastiskt um okkum ikki nýttist at brúka tey, segði Trump sambært Reuters. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder