Mentan

Frændi við nýggjum friðarsangi

”Hermenn farið heim til familjurnar í kvøld”, syngur Steintór Rasmussen, sum enn eina ferð hevur løtt sína byrsu við tónleiki og orðum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-01-30 07:28 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

‘Heimurin í dag’ er heitið á nýggjum sangi, sum Steintór Rasmussen hevur skrivað, og sum hann sjálvur syngur.

Teksturin lýsir heimin við hóttanum og køldum kríggi fram til tey meiri vónríku 80’ini, har friðarrørslan, við boðskapinum um avvápnað, fekk múrarnar at rapa.      

Men trúgvin á eina friðarliga og rættvísa verð slapp ikki at liva leingi.  Støðan er aftur broytt. Nú er vígvøllurin eisini her í Europa og um okkara leiðir. Og fólk óttast framtíðina.   

”Hermenn farið heim til familjurnar í kvøld”, syngur gamli frændin, sum enn eina ferð hevur løtt sína byrsu við tónleiki og orðum.    

Sangurin er upptikin januar 2026 í Studio Mike. Jákup Sofusson spælir guitar og Mikkjal Hvannastein øll onnur ljóðføri. Kórrøddirnar eiga Durita Terjadóttir Svarthamar og Heri Schwarts Jacobsen. Ljóðblandað hava Mikkjal Hvannastein og Steintór Rasmussen.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder