Í gjár var Ásbjørg á Hálvmørk á skrivstovuni hjá Sjóvar kommunu við 545 undirskriftum frá borgarum á vestara armi á Skálafjørðinum.
Í áheitanini á kommunustýrini við Skálafjørðin skriva tey soleiðis:
“Til bý- og bygdaráð, ið varða av læknasamstarvinum á Skálafjarðar læknadømi.
Undirritaður borgarar á vestara armi á Skálafjørðinum vilja hervið staðiliga heita á bý- og bygdaráð í Sjóvar-, Nes- og Runavíkar kommunum um at varðveita núverandi skipan við tveimum læknaviðtalum í Heilsumiðstøðini á Strondum.
Vit meta, at núverandi bý- og bygdaráð eiga at viðurkenna, og taka til eftirtektar, at samstarvsavtalan millum Sjóvar-, Nes- og Runavíkar kommunur frá 2014 um at hýsa øllum viðtalum í læknadøminum í Heilsumiðstøðini í Runavík, ikki hevur borið á mál. Við nógv økta fólkatalinum í økinum - og harav økta talinum av læknum í læknadøminum - eru fortreytirnar broyttar munandi síðani avtalan var undirskrivað í 2014.
Við verandi skipan við tveimum læknum í viðtaluhølunum á Strondum eru loksins útlit fyri, at vit kunnu fáa virðilig og støðug læknaviðurskifti, ið kunnu skapa tryggleika og góða heilsutænastu til okkum borgarar á vestara armi á Skálafjørðinum.”
Borgarstjórin, Hans Anders Jacobsen, tók ímóti undirskriftunum og lovaði at bera áheitanina víðari til kommunustýrið, skrivar heimasíðan hjá Sjóvar kommunu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald