Mentan

Umfatandi skrá til Huldulitt í Havn

Huldukendu dagarnir byrja í morgin – eitt nú verður silent disco í annaðkvøld

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2026-01-30 12:13 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í morgin, leygardagin 31. januar, byrjar nýggja tiltakið Huldulitt í Havn. Tiltakið, sum varar til 8. februar, varpar ljós á okkara sagnir og mentanararv um huldusøgur, trøll og álvar við

at hava ljósinstallatiónir og tiltøk allar dagarnar.

Skráin fyri Huldulitt 2026 er nú avdúkað á heimasíðuni hjá Visit Tórshavn og teirra sosialu miðlum. Hetta er aðru ferð at Huldulitt verður í Havn og enn fleiri tiltøk eru á skrá í ár, enn tað vóru í fjør, og ber hetta brá av, at fólk hava tikið Huldulitt til sín.

- Ja, tað er onki at ivast í, at havnarfólk og føroyingar sum heild hava tikið væl ímóti hesum tiltrongda tiltakið, sum skapar ljós í eini myrkari tíð, sigur Siri S. Hansen, varastjóri í Visit Tórshavn.

Huldulitt byrjar við eini setan í Listasavnið Føroya leygardagin klokkan 16, og er tað Elsa Berg, borgarstjóri, sum setur Huldulitt. Síðan fer Hjálmar Dam at siga eina søgn og Lyon Hansen at spæla nøkur løg.

- Aftaná tendra ljósini í Plantasjuni, miðbýnum og gamla kirkjugarðinum, sum fólk kunnu fara út at njóta, áðrenn tey ganga sær ein túr oman í Steinatún, har FRUM fer at framføra í sambandi við avdúkingina av animeraða listaverkinum við Elinborg Lutzen

Skráin í morgin endar um kvøldi við silent disco í Plantasjuni. Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at silent disco verður í Plantasjuni. Tiltakið byrjar klokkan 22.

Eins og fyrsti dagurin spennir víða, so er skráin alla vikuna onki undantak:

- Huldulitt er eitt tiltak, har øll kunnu bjóða inn við ymiskum og koma við í skránna, og hetta endurspeglast eisini í ymsu tiltøkunum, sum eru sera fjølbroytt. Har eru tiltøk til børn og vaksin, um dagin og kvøldi, og sum kosta ella eru ókeypis, ja har er okkurt til øll, sigur Siri, og fegnast yvir, at fólk eru so kreativ og hava tikið so væl ímóti Huldulitt.

Nøkur av tiltøkunum, sum kunnu nevnast, eru: rundvísingar í heiminum hjá William Heinesen, huldusvimjing, sagnir & ævintýr við Jákup Veyhe og hettaher, huldugonga í plantasjuni, søgur úr kirkjugarðinum á Svínaryggi við Óla Jacobsen, huldusúkkling, huldugos í Ress spa, huldujoga í Burn, huldusøgur og gandakendar løtur í Ullvøruhúsinum og rannsóknarferð á Sjósavninum.

Aftur at hesum eru afturvendandi tiltøk, so sum klipp á Býarbókasavninum, myndatilevning á Listasavninum, teknikapping í Gómagott, hulduveiða á Hafnia og søguveiða í gamla kirkjugarðinum, har skattakort fáast hjá Visit Tórshavn.

Huldulitt heldur fram til leygardagin 7. februar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder