Innanlands

Hann skal stýra nýggja hotellinum í Klaksvík

Eirikur Jákupsson verður stjóri á KG

(Mynd: Klara Jacobsen)

(Mynd: Klara Jacobsen)

2026-01-30 11:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er nú avgjørt, at 36 ára gamli Eirikur Jákupsson verður stjóri á nýggja hotellinum í Klaksvík, KG, sum letur upp fyrst í mai.

Hetta veit lokali miðilin, Norðlýsið, at siga í dag.

Eirikur hevur útbúgving í búskapi og virkisleiðslu frá Roskilse Universiteti og ein master í Integrated Food Studies frá Aalborg Universiteti. Seinastu tíðina hevur hann starvast sum rakstrarstjóri í Vert, ið er ein tænasta, ið leigar út frítíðarhús og -íbúðir á netinum.

Nýggi stjórin hevur royndir í hotelvirksemi hjá Arp-Hansen hotellketuni í Danmark og hevur eisini verið í matstovuvinnuni har, eitt nú var hann við í fyrireikingararbeiðinum til matstovuna Alchemist í Keypmannahavn, ið síðan er ment til at vera millum heimsins allarbestu og mest nýskapandi matstovum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder