- Eg visti ikki av, at mín søga kundi verða so viðkomandi fyri onnur.
Soleiðis segði Vónbjørt Vang millum annað, tá hon vitjaði á Klaksvíkar bókasavni hóskvøldið.
Har greiddi rithøvundurin og yrkjarain, sum eisini er bókavørður, frá tilgongdini og tankanum um evnið til bókina ”Svørt orkidé”. Tað var við hesi bókini, at Vónbjørt vann Norðurlendsku bókmentavirðislønina fyri, umframt virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir.
- Eitt av okkara býarfólki á Klaksvíkar bólkasavni
Klaksvíkar kommuna fegnast á heimasíðu sínari um, at eitt av egnu býarfólkum stendur seg so væl, og nú vitjaði aftur. Har varð komið inn á tilgongdina við virdu bókini:
- Vónbjørt Vang er uppvaksin í Klaksvík. Hon er útbúgvin cand. mag. og bachelor í listaligum arbeiði frá Fróðskaparsetur Føroya, og starvast sum býarbókavørður í Havn.Vónbjørt greiddi frá, at tað var undir útbúgvingini á Fróðskaparsetur Føroya, at hon ótilvitað byrjaði uppá bókina, sum vit í dag kenna sum ”Svørt orkidé”.
- Frammanundan hevði hon fingið stóran áhugað fyri pappírskollasjum burturúr burturbeindum bókasavnstilfari, gomlum bókum, tíðarritum og øðrum funnum pappíri. Gjøgnum kollasjulistina kannaði hon m.a., hvussu fragmentir úr eldri pappírstilfari kann fáa nýggjar týdningar, tá tað verður sett saman í aðrar samanhangir, staðfestir klaksvik.fo
![]()
Mynd: klaksvik.fo
Hetta, saman við hennara útbúgving sum bókavørður í bókmentafrøðini og sum rithøvundur, byrjaði persónliga ferðin at skapa ein heild, tá ið hon gjøgnum listina byrjaði at seta orð á lívsins hendingar. Vónbjørt greiddi frá, at hóast bókin ikki er 1:1, so avspeglar hon lívið hjá sær, og støðuna sum hon var í, tá ið bókin varð skrivað.
- Onkursvegna havi eg megnað at borið hendan boðskap fram uppá ein hátt, sum hevur rakt lesaran uppá ein góðan máta, og tað gleðist eg um.
Hon skapti eitt verk, sum seinni hevur víst seg at verða sera viðkomandi fyri fólk í fleiri ymiskum londum, har hon eisini hevur verið róst fyri ærligheit og fakligar rithøvundadygdir.
Nógv fólk vóru møtt til hesa bókacafé á Klaksvíkar bókasavni, og vóru tað eisini fleiri, sum settu Vónbjørt spurningar, skrivar Klaksvíkar kommuna at enda.
Borgarstjórin, Karl Johansen, sum eisini var møttur, nýtti til seinast høvi at takka Vónbjørt fyri luttøkuna, og fegnaðist sjálvsagt um norðurlendska heiðurin í 2025, sum uppiborin varð latin eitt av býarfólkunum (Mynd: klaksvik.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald