Innanlands

Nú kunnu fólk fáa boð á telefonina, tá okkurt hendir í nærumhvørinum

Øll, ið hava Vangan, fáa beinleiðis boð á telefonina, um t.d. vatnið er dálkað, ella streymurin verður sløktur vegna dagføringar

(Mynd: Talgildu Føroyar)

(Mynd: Talgildu Føroyar)

2026-01-31 09:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú ber til hjá fólki, sum hava Vangan, fáa beinleiðis boð á telefonina, um t.d. vatnið er dálkað, ella streymurin verður sløktur vegna dagføringar.

Snarboð er ein nýggj tænasta á Vanganum við boðum frá kommunum og øðrum tænastuveitarum.

– Boðini verða einans send, tá ið tey eru viðkomandi. Heldur enn at leita eftir kunning á heimasíðum ella bíða eftir útvarpskunngerðum, kemur kunningin til tín. Flestu okkara hava altíð telefonina við hondina, og tí er hetta ein skjótur máti at fáa boð, skrivar Talgildu Føroyar í tíðindaskrivi.

– Snarboð eru stutt og skjót boð, sum tryggja, at tú fært kunning, um okkurt óvæntað hendir í grannalagnum. Tað kann vera vegarbeiði, vatndálking, planløgd streymslit, ella onnur viðurskifti, sum ávirka teg.

Tað eru serliga kommunurnar og Sev, ið eru spent at brúka nýggju tænastuna, skrivar Talgildu Føroyar, sum leggur afturat, at Snarboð eru eitt gott ískoyti til vanligu kunngerðirnar í miðlunum og á heimasíðum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder