Ein nýggj felags móttøka fyri ávísingar við illgruna um krabbamein, er sett á stovn í Sjúkrahúsverkinum.
Endamálið við móttøkuni er at tryggja, at allar krabbameinsávísingar skjótari og lættari koma á rætta stað, so útgreining og viðgerð kann fara í gongd uttan óneyðugt drál. Hetta er sambært tilmæli í Krabbameinsætlanini frá 2022.
Tað vil siga, at tá ið kommunulæknar framyvir skulu senda ávísingar har illgruni er um krabbamein, tá skulu ávísingarnar sendast til móttøkueindina – Krabbaútgreining.
Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum, fegnast um nýggju móttøkueindina:
– Tað er sera jaligt, at eitt týðandi tilmæli í Krabbameinsætlanini nú verður sett í verk. Við einari felags móttøku fáa vit eina greiðari og tryggari skipan, sum kann stytta bíðitíðir og gera sjúklingagongdirnar betri, tá illgruni er um krabbamein, sigur hon.
Nýggja móttøkan verður staðsett og skipað á Medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum, har ávísingar verða mettar og neyðugar kanningar bílagdar skjótast gjørligt.
Sjúkrahúsverkið væntar, at nýggja skipanin fer at geva betri yvirlit og skrásetingar umframt lættari arbeiðsgongdir hjá bæði kommunulæknum og sjúkrahúsverkinum – og fram um alt tryggja, at útgreining og viðgerð verður sett í verk skjótast gjørligt, tá illgruni er um krabbamein.
Kunning og leiðreglur fyri fakfólk eru tøkar á heimasíðuni hjá Sjúkrahúsverkinum.
Almanna- og heilsumálaráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald