Tórshavnar kommuna hevur ætlanir um at seta fleiri bussskýli upp í kommununi, og tí hevur býráðið samtykt at seta 600.000 krónur av til gerð av nýggjum bussskýlum í 2026. Samstundis er lagt upp til, at aðrar 600.000 krónur verða játtaðar til sama endamál í 2027.
Talan er um tey eyðkendu reyðu bussskýlini.
Vanliga ger rakstrardeildin áleið 10 bussskýli hvørt ár. Helvtin av hesum verða sett upp sum nýggj, og hin helvtin verður brúkt, tá skýli skulu umvælast.
Í løtuni eru ongi skýlir á goymslu, men ætlanin er at gera 20 nýggj skýli í 2026 og 20 afturat í 2027, skrivar Tórshavnar kommuna.
Eisini eru ætlanir um at fáa størri og betri glasbussskýli sett upp á teimum stóru plássunum, har nógv fólk ferðast. Talan er um tíggju glasskýli við staðseting á Hálsi, á Frælsinum, við Glasir, við Norðurlandahúsið og við Landssjúkrahúsið. Umsitingin er í ferð við at kanna snið, tilfar og prís, skrivar kommunan.
Tilsamans eru 188 busssteðgipláss í Tórshavnar ommunu, og herav eru 125 bussskýli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald