Uttanlands

Venesuela: Politiskir fangar skulu fáa amnesti

Tað ætlar Delcy Rodríguez, virkandi forsetin í suðuramerikanska landinum

Delcy Rodríguez, virkandi forseti í Venesuela (Mynd: EPA)

Delcy Rodríguez, virkandi forseti í Venesuela (Mynd: EPA)

2026-01-31 19:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Virkandi forsetin í Venesuela, Delcy Rodríguez hevur ætlanir um eina nýggja lóg, sum gevur politskum fangum, sum eru handtiknir síðan 1999 amnesti.

Suðuramerikanska landið hevur í áravís handtikið útlendingar og andstøðingar eftir ákærur um alt frá njósning til ætlanir um álop, og útlendskar stjórnir hava leingi ført fram, at ákærurnar eru lygnir, og at handtøkurnar í veruleikanum eru gíslatøkur.

Lógin kann fáa týdning fyri hundrað fólk, sum eru fongslaði í Venesuela. Lógin verður tó ikki galdandi fyri fólk, sum hava luttikið í drápi ella álvarsligum mannarættindabrotsverkum ella brotsverk, sum hava samband við rúsevni, skrivar Ritzau.

Eisini er tað ætlanin hjá virkandi forsetanum í Venesuela at steingja fongslið El Helicoide í høvuðsstaðnum Caracas, at mananrættindafelagsskapir vilja vera við, at fregnartænastur hjá fyrrverandi forsetanum, Nicolás Maduro pína politiskar fangar. Bygningurin skal umbyggjast til ein ítrótta-, mentanar- og handilsmiðstøð.

Rodríguez, sum var varaforseti undir Maduro, hevur seinastu vikurnar verið virkandi forseti í Venesuela, eftir at Maduro og kona hansara vórðu tikin av amerikonskum herdeildum og flutt til USA 3. januar. Maduro er skuldsettur fyri m.a. smugling av rúsevnum, men hann noktar seg sekan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder