Innanlands

Spæliplássið Amerika skal dagførast

Tórshavnar býráð hevur einmælt samtykt at seta pengar av til at fáa spæliplássið millum Sankta Frans skúla og viðarlundina upp á eitt nøktandi støði

Sankta Frans skúli (Savnsmynd)

Sankta Frans skúli (Savnsmynd)

2026-02-02 18:38 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tórshavnar býráð hevur einmælt samtykt at seta pengar av til at fáa spæliplássið Amerika upp á eitt nøktandi støði.

Hetta er spæliplássið millum Sankta Frans skúla og viðarlundina, og tað hevur leingi verið eitt ynski hjá skúlanum, at okkurt verður gjørt við økið.

Økið krevur grundleggjandi dagføringar, so tað kann brúkast sum spælipláss.

[object Object]

Býarskipanardeildin hevur saman við Mentamáladeildini arbeitt við at gera eitt prosjekt, har dentur verður lagdur á millum annað at drena økið, hækka gøtuna inn í viðarlundina og at gera eina tjørn í núverandi mýrulendinum við uppihaldsstaði og gøtu rundanum.

Harumframt skulu einstøk trø og innræsnir runnar burturbeinast, eins og veik og sjúk trø skulu fellast.

Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder