Innanlands

Soloóhapp Millum Fjarða

Bilførarin, sum varð einsamallur í bilinum, varð koyrdur á Landssjúkrahúsið til kanningar

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-02-01 09:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgun - stutt fyri klokkan hálvgum sjey - fekk løgreglan eina fráboðan um, at eitt ferðsluóhapp hevði verið millum Fjarða.

Talan var um eitt sonevnt soloóhapp, har ein bilur fór út av vegnum.

Førarin, sum var einsamallur í bilinum, tyktist ikki at hava fingið nakran skaða men varð koyrdur á Landssjúkrahúsið til kanningar fyri at binda um heilan fingur, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum leggur afturat, at rúsdrekki var ikki uppií óhappinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder