Uttanlands

Trump boðar frá samráðingum millum USA og Iran

– Iran tosar við okkum, og vit fáa at síggja, um vit kunnu gera nakað, sigur amerikanski forsetin

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

Amerikanski forsetin, Donald Trump (Mynd: EPA)

2026-02-01 13:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Støðan hevur leingi verið spent millum USA og Iran, men nú boðar amerikanski forsetin, Donald Trump frá, at samráðingar eru byrjaðar millum londini.

– Iran tosar við okkum, og vit fáa at síggja, um vit kunnu gera nakað - annars mugu vit síggja, havt hendir, sigur Trump við miðilin Fox News um vikuskiftið.

Trump hevur áður hótt við at brúka herin móti Iran, eftir at túsundatals mótmælisfólk eru dripin í mótmælunum móti prestastýrinum í Iran seinastu tíðina. Eisini hevur Trump ynskt at fáa Iran aftur til samráðingarborðið um eina kjarnorkuavtalu.

Trump hevur eisini hótt við eitt fremja eitt størri álop á Iran enn tað, sum USA framdi á trý iransk kjarnorkuverk í juni í fjør, um Iran ikki skjótt fær eina nýggja kjarnorkuavtalu í lag.

Á vári í fjør vóru samráðingar millum Iran og USa um eina avtalu, sum skuldi koma í staðin fyri avtaluna frá 2015, sum USA tók seg úr í 2018 undir fyrsta forsetavalskeiðnum hjá Trump. Samráðingarnar steðgaðu tó upp, tá Ísrael leyp á iransk kjarnorkuverk. Hetta elvdi til 12 dagar langa kríggið millum Iran og Ísrael.

Av trygdarávum verða sameind í Miðeystri ikki kunnað um møgulig álop á Iran, sigur Trump sambært Ritzau.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder