Verður Tesla MR-skannarin á Klaksvíkar sjúkrahúsi brúktur til skanning av bróstkrabba? Og eru ætlanir um at keypa ein nýggjan MR-skannara til Landssjúkrahúsið?
Tað vil Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, tingkvinna fyri Fólkaflokkin hava at vita frá landsstýriskvinnuni í almanna- og heilsumálum, Margit Stórá.
Elsebeth Mercedis Gunnleysdóttur vísir á, at nýggi MR-skannarin, sum varð tikin í nýtslu á Klaksvíkar sjúkrahúsi á vári í 2024 skuldi brúkast til skanning av prostatakrabba, men hevur hann, sambært upplýsingum frá Súsonnu Bertholdsen, fyrrverandi landsstýriskvinnu í heilsumálum, eisini tøknina til útgreinan av m.a. arvaligum bróstkrabba.
– Tí er viðkomandi at fáa at vita, um allar kanningar og viðgerðir, sum kunnu gerast við 3T MR-skannaranum á Klaksvíkar sjúkrahúsi, verða gjørdar har, og eisini um ætlanir eru um at fáa hesar kanningar/viðgerðir gjørdar aðrastaðni við, sigur hon í viðmerking til ein § 52a fyrispurning.
Allur fyrispurningurin kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald