Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj boðar frá, at nýtt samráðingarumfar verður millum Russland, Ukraina og USA mikudagin og hósdagin.
– Ukraina er til reiðar til veruligt kjak, og vit eru áhugað í at tryggja, at úrslitið tekur okkum nærri einum veruligum enda á krígnum, skrivar hann á X.
Hvørki USA ella Russland hava tó váttað tíðindini um hesar samráðingarnar, sum sambært Zelenskyj verða í Abu Dhabi.
Upprunaliga ætlanin var, at samráðingarnar skuldu byrja í dag. Greitt verður ikki frá, hví tær vórðu útsettar, men Zelenskyj segði fríggjadagin, sambært Ritzau, at støðan millum USA og Iran kundi ávirka tíðspunktið.
Umboð fyri USA, Ukraina og Russland hittust eisini í Abu Dhabi í farnu viku. Tá varð spurningurin um landaøki umrøddur, men boðað varð ikki frá nøkrum ítøkiligum framstigum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald