Innanlands

Tyrla mátti í fjøllini eftir rýmdum bilførara

Nakað av dramatikki í Norðragøtu í dag. Eitt soloóhapp fekk ein bilførara at rýma niðan í fjøllini

(Mynd: Eysturoyarportalurin / Eyp.fo)

(Mynd: Eysturoyarportalurin / Eyp.fo)

2026-02-01 16:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nakað av dramatikki hevur verið í Norðragøtu síðani nakað áðrenn døgurða. Eitt soloóhapp endaði við, at løgreglan mátti niðan í fjøllini og tyrlan kom eisini upp í leikin.

Tað var beint áðrenn klokkan 11, at fólk boðaðu frá, at ein bilur var farin av vegnum við rundkoyringina í Norðragøtu. Men tað óvanliga var, at bilførarin var rýmdur og var farin niðan í fjøllini omanfyri tunnilsmunnan at fjala seg.

So tað var eitt at gera hjá løgregluni, og tað var at taka beinini uppá nakkan og fara til fjals. Nakað av mekling skuldi til áðrenn tað eydnaðist at tosa mannin til sættis, og tá var tyrlan klár og tók bilføraran og løgreglufólkini oman aftur á slætt.

Á eyp.fo síggjast myndir av løgregluni í haganum.

Enn er ógreitt hví maðurin rýmdi niðan í fjøllini, men tað skal uppklárast nú.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder