2026-02-02 07:35
Strandferðslan boðar frá, at Smyril avlýsir tveir túrar í kvøld.
Tað er fyri veður, at túrurin av Krambatanga klokkan 18.45 og av Havnini klokkan 21.15 eru avlýstir.
Tað var frammanundan boðað frá, at avlýsingar og broytingar kundu væntast á Suðuroyarleiðini í dag og í morgin.
Enn er tó ikki boðað frá nøkrum broytingum týsdagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald