Mánadagin 9. februar frá klokkan 15 til 16 verður almenningurin boðin til tiltak í Kongshøll, har Fróðskaparsetrið fer at leggja fram ein týðingarpall, sum tørvar íkast frá øllum við áhuga, skrivar Fróðskaparsetrið í tíðindaskrivi.
Á týðingarpallinum Umsetur, ber til at týða tekstir úr enskum til føroyskt, meta um týðingarnar og gera broytingar, sum verða brúktar til at læra vitlíki betri føroyskt mál.
Íkast frá brúkarunum er sostatt ein týdningarmikil partur av arbeiðinum hjá Máltøknideplinum at menna eina tænastu, sum tekur støði í veruligari føroyskari málnýtslu, skrivar Fróðskaparsetrið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald