2026-02-02 14:47
Strandferðslan boðar aftur frá broytingum á Suðuroyarleiðini í morgin, týsdagin.
Fyri veður siglir Smyril soleiðis í morgin:
- Av Krambatanga kl. 06.00
- Av Havnini kl. 10:00
- Av Krambatanga kl. 13.00
- Av Havnini kl. 16.00
Seinastu dagarnar hevur veðrið ávirkað siglingina hjá Smyrli, og tað var frammanundan boðað frá, at broytingar kundu væntast á Suðuroyarleiðini aftur í morgin.
Bygdaleiðir í Suðuroy koyra samsavarandi broytingunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald