Uttanlands

Marius Borg Høiby fongslaður í fýra vikur

Sonur norsku krúnprinsessuna situr fongslaður, nú stóra rættarmálið móti honum byrjar í morgin

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2026-02-02 17:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sonur Mette Marit, krúnprinsessu í Noregi, Marius Borg Høiby, var í dag varðhaldsfongslaður í fýra viður, fram til 2. mars.

Hann varð handtikin sunnukvøldið, skuldsettur fyri álop, hóttanir við knívi og broti á løgreglubann.

Sambært Dagbladet umhugsar verjin hjá krúnprinsessisoninum nú at kæra avgerðina.

Stóra rættarmálið móti 29 ára gamla Marius Borg Høiby, byrjar annars í morgin. Mett verður at rættarviðgerðin fer at vara í sjey vikur. Hann noktar seg sekan í teimum mest álvarsligu ákærunum.

Hann er ákærdur fyri 38 lógarbrot, skrivar NRK. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder