Tað hevur higartil hilnast rímiliga væl við tí partabrævasamanseting, sum Nira valdi at gera íløgu í frá byrjan í januar 2026.
Tey 12 partabrøvini hava í januar 2026 givið eitt samlað avkast á í alt 5,44 prosent, sum er ein órealiseraður vinningur.
Niðanfyri kann síggjast hvussu kursgongdin á okkara partabrøv hevur verið fyrsta mánaðin í 2026.
Av teimum 12 partabrøvunum hava níggju partabrøv haft ein vøkstur, meðan trý partabrøv hava haft eina minking í kursvirðinum. Kursvirðið á øllum partabrøvunum er uppgjørt í DKK.
Partabrøvini við besta vøkstri
Svenska industrifyritøkan ABB Ltd. hevði ein vøkstur upp á 14,4 prosent, danska shippingfelagið D/S Norden hevði ein vøkstur upp á 13,5 prosent, og heiluvágsfyritøkan Novo Nordisk hevði ein vøkstur upp á 12,5 prosent.
Hesi partabrævini hava eisini øll havt jaligar 2026 metingar frá flestum partabrævagreinarum.
Laksapartabrøvini trekkja niður
Báðir laksaframleiðararnir Bakkafrost og Mowi høvdu fall í kursvirðinum umroknaða til DKK upp á ávikavist -6,7 prosent og -5,4 prosent í januar. Hetta vóru størstu fall í okkara partabrævasamanseting.
Orsøkin til lækkingina í partabrøvunum er serliga lágu laksaprísirnir í januar eins og í 2025. Greinarar meta tó at laksaprísurin kann gerast betri í 2026 sammett við 2025, og kann hetta betra um kursútlitini á laksapartabrøvunum.
Føroya Banki kláraði seg eisini væl í januar
Bankin hevði eitt sera gott 2025 við einum kursvøkstri á 78 prosent uttan vinningsbýti og heili 114 prosent við vinningsbýti. Higartil í januar 2026 hevur Føroya Banki havt ein kursvøkstur á 5,19 prosent.
Vinningsbýtini koma næstu mánaðirnar
Flestu av partabrøvunum í okkara partabrøvasamaseting gjalda vinningsbýti út til sínar eigarar. Vit fara tí at fylgja við hvussu stór vinningsbýti okkara partabrøv fara at rinda. Vinningsbýtið er ein partur av avkastinum, og er eitt eyka avkast til partaeigarnar. Vanliga lækkað partabrøvini í tíðarskeiðinum tá ið vinningsbýtini verða útgoldin, sjálvsagt um aðrar jaligar upplýsingar ikki koma um partabrævið.
![]()
Partabrævasamasetingin kláraði seg í januar 2026 væl samanborið við norðurlendsku partabrævavísitølini av stóru partabrøvunum
Um okkara partabrævaavkastið upp á 5,44 prosent verður samanborið við danska, norska og svenska partabrævavísutalið fyri størru partabrøvini, kunnu vit staðfesta, at okkara partabrævasamanseting í januar 2026 hevur klárað seg eitt vet betri enn øll hesi vísutøl. Danska OMX C25 vísutalið hevði ein vøkstur á 4,25 prosent, norska OSEBX hevði ein vøkstur á 4,30 prosent meðan tað svenska OMX S30 hevði ein vøkstur á 5,05 prosent.
Vit velja ongar broytingar at gera í okkara partabrævasamanseting, og koyra tí víðari við somu 12 partabrøvum í februar 2026.
Vit fara at fylgja gongdini á okkara partabrævasamanseting komandi mánaðirnar í 2026.
Aðrar greinar um íløgur í partabrøv
Uppskot til partabrævakeyp til 2026
Gongdin á ymiskum partabrævamarknaðnum higartil í 2025
Um partabrøv 2: Íløgumøguleikar í partabrøv
Um partabrøv 1: Íløgumøguleikar í partabrøv
--
Ábyrgdarfráskriving
Vit skulu boða frá at hvørki ráðgevararfelagið Nira, undiritaði ella Portal.fo kunnu ábyrdast á nakran hátt um lesarin velur at fylgja teimum íløgum, sum vit vilja vísa á í komandi greinum, og um gongdin eitt tíðarskiftið ikki verður nøktandi.
--
![]()
Birgir Nielsen
Búskaparfrøðingur
Ráðgevarafelagið Nira Sp/f
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald