Nógv kenna væl Sangfagnaðin fyri børn, sum hevur verið eitt vælumtókt tiltak í Nesvík seinastu 10 árini. Nú verður so roynt aftur við sangskeiðið til vaksin eisini.
- Mong eldri minnast væl aftur á sangskeiðini, ið vóru á hvørjum, har mong samlaðust at syngja gospel og rytmiskan kórsang. Nú gleða vit okkum til at birta nýtt lív í rytmiska kórsangin aftur fyri øll úr 8. flokki og uppeftir – einki ovara mark.
Hetta skrivar Trúboðin á heimasíðu sínari.
Frá síðst í 1970'unum vóru Sangskeiðini fyri ung og vaksin árligt tiltak - men síðani 2009 hevur einki sangskeið verið.
Kirkjuliga Heimamissiónin boðar frá, at nú verður Sangskeiðið endurstovnað. Hetta í vetrarferiuni: 11. -14. februar.
Katrin á Borg verður kórleiðari. Hon hevur nógvar royndir við kórleiðslu. Sangskeiðið endað verður við eini stórari almennari konsert í høllini í Nesvík leygarkvøldið 14. februar.
Meira er at síggjá á truboðin fo ella á mission.fo um tilmelding
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald