Innanlands

Útskifting í donsku stjórnini

Henrik Frandsen er nýggjur ráðharri við eldramálum í staðin fyri Mette Kierkegaard

Henrik Frandsen

Henrik Frandsen

2026-02-03 12:17 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag var enn eitt skifti í donsku stjórnini. Mette Kierkegaard úr flokkinum Moderaterne, sum hevur røkt starvið sum ministari við eldramálum, hevur sagt sessin frá sær av privatum orsøkum.

Nýggjur ráðharri við eldramálum verður Henrik Frandsen, sum higartil hevur verið tingbólkaformaður hjá Moderaterne.

Mette Frederiksen, stjórnarleiðari hevur fyrrapartin verið á Amalienborg og boðað kongi frá skiftinum í stjórnini, skrivar Ritzau.

Ministaraskiftið kom eitt sindur óvæntað, tí tað er valár í ár. Fólkatingsval skal vera áðrenn 31. oktober, men politiskir eygleiðarar í Danmark rokna við, at val helst verður útskrivað væl áðrenn tað.

Nýggi ráðharrin við eldramálum hevur fyrr sitið sum borgarstjóri í Tønder kommunu suður móti týska markinum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder