Logos Hope fer í summar at liggja í eina viku í Havn og eina í Klaksvík. Talan er um gomlu Norrønu, sum fyrst í hesari øldini varð umbygt til trúboðararskip og hevur síðan 2009 siglt kring allan heimin síðan.
Nógv ymisk tiltøk verða umborð, har einstaklingar, skúlaflokkar, samkomur og onnur, sum hava hug, kunnu luttaka, skrivar Trúboðin.
Logos Hope er eisini heimsins størsti flótandi bókahandilin, og bókasølan verður sjálvandi eisini opin.
Trúboðin skrivar, at nærri skrá kemur tá tað fer at nærkast.
Manningin á Logos Hope telist umleið 400 fólk, og tey koma úr 60-70 ymsum londum. Í løtuni eru tríggir føroyingar umborð. Súsanna Joensen, Guttorm Joensen og Jóhanna H. Olsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald