Uppstillingin til nevndarvalið í Starvsfelagnum er nú liðug. Hesum boðar Starvsfelagið sjálvt frá í dag.
Tveir limir í nevndini standa fyri vali. Tað eru Birita Fritleifsdóttir Kjærbæk og Borgný Mohr.
Kappingin er tó um sessirnar: Tríggjar aðrar stilla eisini upp.
Hesi fimm hava boðað frá, at tey stilla upp til nevndarval:
Ann Sigurdsdóttir Poulsen, sum starvast hjá Føroya Tele
Birita Fritleifsdóttir Kjærbæk, sum starvast hjá Umhvørvisstovuni
Bjørg Jacobsen, sum starvast hjá Taks
Borgný Mohr, sum starvast hjá Almannaverkinum
Tanya E. Joensen, sum starvast hjá Runavíkar kommunu
Skipað verður fyri talgildum undanvali, og eisini verður møguligt at velja við brævatkvøðu, kunnar Starvsfelagið um.
Undanvalið byrjar 15. februar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald