Í hesum døgum er Elsa Berg, borgarstjóri, við á stóru altjóða ráðstevnuni Arctic Frontiers 2026, sum verður hildin í Tromsø í Noregi.
Tórshavnar kommuna hevur lagt stóran dent á at styrkja bondini í ymiskum londum og felagsskapum. Ein liður í tí er hendan ráðstevnan.
- Altjóða politikkur, umhvørvi, náttúruvernd, orka, gransking og vinnulív á sjógvi og landi eru millum evnini, ið verða umrødd á pallborðsfundum við gestum úr øllum heiminum, upplýsir torshavn.fo.
Millum luttakararnar á ráðstevnuni eru Kaja Kallas, varaforseti í ES-kommissiónini og ES-ráðfrú í uttanríkismálum og trygdarpolitikki, Jonas Gahr Støre, norskur forsætisráðharri, Espen Barth Eide, norskur uttanríkisráðharri, og Vivian Motzfeldt, grønlendsk landsstýriskvinna í uttanríkismálum.
Elsa Berg hevur fundast við fleiri borgarstjórar úr arktiskum og norðurlendskum býum, sum eins og Tórshavnar kommuna eru limir í arktiska borgarstjórasamstarvinum Arctic Mayors’ Forum. Eisini hevur borgarstjórin hitt Kaju Kallas til ein stuttan fund um týdningin av býarsamstarvi í arktiskum londum.
Kjak um arktiskt samstarv - borgarstjórin á pallinum
Elsa Berg skal eisinivera við í tveimum pallborðsorðaskiftum, skrivar torshavn.fo. Í morgum er tað saman við umboðum úr fleiri londum.
- Mikumorgunin verður tað pallborðskjak við øðrum borgarstjórum og kommunalum ráðgevum um hvussu vit varðveita og styrkja samstarvið millum arktiskar býir og bygdir við serligum atliti til Arctic Mayors’ Forum. Umframt Elsu Berg verða eisini umboð úr Noregi, Svøríki, Kanada og ES við í hesum kjakinum.
Hósdagin eitur pallborðið “Stories from the Coast”, har millum annað norska fiskivinnuráðfrúan Marianne Sivertsen Næss og íslendska vinnumálaráðfrúan Hanna Katrín Friðriksson eisini sita við pallborðið.
Hetta verður samstundis eitt av seinastu tiltøkunum á ráðstevnuni, sum endar hósdagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald