Siglingin hjá Smyrli hevur verið heldur óstøðug seinastu tíðina - serliga vegna veður.
Í gjár, týsdagin 3. februar, vórðu fýra túrar sigldir. Teir seinnu vóru framskundaðir vegna veður.
Í dag, mikudagin 4. februar, verða eisini fýra túrar sigldir. Tveir eru tiknir av, og tveir túrar eru fluttir nakað.
Siglt varð eftir ætlan av Krambatanga klokkan seks í morgun. Farið verður aftur av Havnini klokkan 08:45.
Síðani er longri steðgur enn vanligt - Smyril liggur á Krambatanga ein og ein hálvan tíma longur enn, upprualiga ferðaætlanin vísir. Seinnapartin siglir Smyril soleiðis.
- Av Krambatanga kl. 13 og av Havnini kl. 17.
Ferðaætlanin er broytt fyri veður, upplýsir ssl.fo. Broytingar kunnu eisini væntast í siglingini hósdagin 5. februar.
Meira kunning um siglingina í morgin verður tøk seinni í dag.
GG: Greinin er rættað 14.01
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald